Í morgin koma fýra ísfiskalínuskip inn at landa, og nøkur koma eisini seinni í vikuni.
- Nøkur línuskip eru á Íslandsrygginum og fiska tosk, svartkalva og so nakað av blálongu og lira, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjað túr í íslendskum sjógvi, men hetta skipið kemur neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at flestu frystilínuskip eru í løtuni í føroyskum sjógvi, men eitt er í íslendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður harður í vikuni, og veðurútlitini eru einki serlig. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna.
- Útróðrarbátarnir fáa annars næstan bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum við línu er góður, verður lagt aftrat.











