Trý ísfiskalínuskip fiska í løtuni tosk, svartkalva og blálongu. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Eitt ísfiskalínuskip fer avstað í dag. Hini øll ísfiskaalínuskipini liggja við bryggju, men væntandi fara fleiri út aftur í næstum.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara eitt av frystilínuskipunum er til fiskiskap.
- Streymurin verður góður í næstu viku, og tað verður veðrið væntandi eisini. Vit vænta tí, at nakað verður av útróðri, tó mest við snellu, verður lagt aftrat.