- Skálafjarðar læknadømi verður nú uppstigað við einum lækna. Frá at tríggir kommunulæknar hava virkað í økinum, verða teir nú fýra. Við hesum fær borgarin eina væl betri tænastu, og læknarnir fáa mannsømilig kor at virka undir. Borgarstjórarnir við fjørðin og heilsumálaráðið eru komin ásamt um hesa raðfesting, samstundis sum løgtingið hevur játtað neyðuga peningin.
Tað veit Runavíkar kommuna í dag at siga á síni heimasíðu. Lagt verður aftrat, at læknaviðtalur eru til tríggjar kommunulæknar á Heilsumiðstøðini í Runavík og til ein kommunulækna í viðtaluhølunum á Strondum, og virka hesar undir felags heitinum Heilsudepilin við Skálafjørðin.
- Kommunurnar í økinum eru samdar um at brúka verandi viðtaluhøli í Runavík og á Strondum. Tað hevur ligið í kortunum, at umstøðurnar skulu broytast soleiðis, at rúm verður fyri fýra viðtalum í Heilsumiðstøðini í Runavík, tá koyrandi verður gjøgnum undirstjóvartunnilin. Hetta er framvegis ætlanin. Greitt er kortini ikki, hvussu hetta skal skipast fíggjarliga, tá fráboðaninar frá landsstýrinum hava verið heldur ógreiðar í seinastuni.
Í Runavíkar kommunu vita tey at siga, at hin 1. februar byrjaði Joan Skibenæs í føstum starvi sum kommunulækni í læknaviðtalu 2. Við hesum eru føstu kommunulæknarnir í læknadøminum nú: Kári Rasmussen og Joan Skibenæs. Hesi hava læknaviðtalur í Heilsumiðstøðini í Runavík.
- Frá 19. februar 2018 verður kommunulæknaviðtala 3, sum hevur verið aðru hvørja viku á Strondum og í Runavík, flutt til at verða á Strondum hvørja viku, og fær viðtalan nú heitið kommunulæknaviðtala 4, siga tey í Runavíkar kommunu, sum leggja aftrat, at frá mánadegnum 12. mars 2018 verða allar fýra læknaviðtalurnar mannaðar.
Nú ein nýggj læknaviðtala verður skipað í økinum, fyriskipar Heilsutrygd í samráð við kommunulæknarnar fyri flyting av sjúklingum til fjórðu læknaviðtaluna, soleiðis at hon fær eitt hóskandi tal av sjúklingum. Flytingarnar verða í mestan mun gjørdar alt eftir, hvar borgarin hevur bústað. Hetta fáa viðkomandi borgarar boð um síðst í viku 10 og í viku 11.
- Heilsutrygd fer í næstum at lýsa kommunulæknastørvini í læknaviðtalu 3 og 4 leys fyri at fáa fastar kommunulæknar at røkja allar viðtalurnar sum skjótast, men fyribils verða viðtalur 3 og 4 mannaðar við avloysarum, verður at enda lagt aftrat.