Fýra kommunur tosa um samstarv

Herfyri høvdu fýra tær syðstu kommunurnar í Suðuroynni fund um samstarv. Spurningurin um samanlegging varð ikki viðgjørdur

Kommunalt samstarv

Fyra kommunur í syðru helvt í Suðuroy hava nú tosað um møguleikarnar fyri meiri samstarvi.
Tað vóru bý- og bygdaráðini í Sumbiar- Vágs-Porkeris og Hovs kommuna, sum herfyri hittust at tosa um møguleikarnar fyri at økja samstarvið.
Yvirhøvur varð tosað um, hvat kommunurnar halda um samstarv og hvørji mál, kommunurnar kunnu samstarva um.
Tosað varð um samstarv á eldraøkinum og um barnaforsorgina. Men nú er nýval útskrivað, so nú er alt óvist, hvørji mál fara at verða løgd undir kommunurnar at umsita.
Men eitt ítøkiligt mál, sum varð um at gera samstarv um, var at keypa ein nýggjan sløkkiliðsbil.
Vágs Kommuna hevur ein sløkkiliðsbil, men hann er ikki tíðarhóskandi.
Skal Vágs Kommuna keypa sløkkiliðsbil til sín sjálvs, verður tað ein bilur, sum nøktar tann tørvin hjá Vágs Kommunu.
Men nú tunnil er til Sumbiar og ætlanin er at gera tunnil til Hovs, hava bæði Sumbiar Kommuna og Hovs Kommuna brúk fyri sløkkiliðsbili í tí sambandi.
? Verður úrslitið, at allar fýra kommunurnar keypa ein bil saman, verður talan um ein væl størri bil, sum nøktar allan tørvin, sigur Jógvan Krosslá.

Ikki samanlegging
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at orðið samanlegging varð ikki nevnt.
Hann sigur, at tað verður heldur ikki Vágs Kommuna, sum fer at taka stig til nakra kommunusamanlegging í Suðuroynni.
?Vit eru ikki fyri at leggja kommunur saman, so skal talan verða um nakað slíkt, mugu aðrar kommunur taka stig til tað.
Eru tað onkrar kommunur, sum hava hug at leggja saman við Vágs Kommunu, eru tær vælkomnar at tosa um tað.
Annars stendur tað til hinar kommunurnar, hvat tær gera.
Tað einasta, hann vil siga, er, at sum støðan er, er Vágs Býráð er avgjørt ímóti at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu.
?So kunnu allar hinar kommunurnar leggja saman, vilja tær tað, og so verður Vágs Kommuna fyri seg.
Hann heldur, at skal tað eydnast at lyfta syðru helvt í Suðuroy upp á eitt hægri støði, er tað neyðugt, at, at halda syðru helvt og norðaru helvt sundurskilt.
Hann vísir m.a á á tey nýggju altjóða krøvini, sum nú verða sett til havnir.
?Verður øll Suðuroyggin ein kommuna, er tað hugsandi, at tað verður bara tann eini fjørðurin bygdur út til at lúka altjóða IMO-krøvini. Og eg veit, hvat fjørður tað verður . Og eg veit eisini, at tað er ein natúrulóg, at í framtíðini verður alt vinnulívið í einum øki lagt rundanum tann fjørðin. Tí má Vágs Kommuna verða fyri seg sjálvan fyri at tryggja, at plássið ikki dettur burturímillum.Og tí heldur hann eisini, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, hevði tað verið ein styrki, at syðra helvt stendur saman.
Í tí sambandi skal leggjast afturat, at á býráðsfundi í Vági mikukvøldið, varð einmælt samtykt at byggja havnina út, so at hon gongur IMO-krøvunum á møti.
Í fyrstu syftu hevur býráðið samtykt fáa greiði á, hvat íð krevst og at leggja arbeiðið til rættis
Hetta fyrireikingararbeiðið er mett at kosta einar 150.000 krónur.
IMO- krøvini eru trygdarkrøv til havnir og tær havnir, sum ikki lúka tey krøvini, kunnu ikki taka ímóti skipum, sum eru størri enn 500 BRT.