Í mong harrans ár hevur Klaksvíkskappingin verið fastur táttur undan landskappingini í fótbólti, og so er eisini í ár. Tilsamans verða fýra dystir spældir, tveir innleiðandi í morgin og so tveir dystir um plaseringarnar sunnudagin.
KÍ er sum vertur fast lið í kappingini, men hesa ferð verður tað sum uppflytari, at KÍ tekur ímóti hinum, sum eru føroyameistararnir úr HB, silvur- og steypavinnararnir úr EB/Streymi og bronsuvinnararnir úr NSÍ.
Lutakastið hevur lagað seg soleiðis, at fyrsti dysturin verður í morgin klokkan 13 millum KÍ og HB, og klokkan 15.15 spæla NSÍ og EB/Streymur. Vinnararnir koma í finaluna, sum verður spæld sunnudagin klokkan 15.15, og tapararnir spæla um triðjaplássið sunnudagin klokkan 13.