Landsstýrismálanevndin kemur saman í morgin at viðgera fýra kærur – tríggjar um Høgna Hoydal og eina um Henrik Old.
Fyrsta klaguviðgerðin hevur ligið leingi á borðinum hjá Landsstýrismálanevndini. Meginfelag Útróðrarmanna kærdi embætisførsluna hjá fiskimálaráðharranum farna ár, tá ið hann legði fram uppskotið um fiskidagar. Felagið metir, at løgtingið hevur atkvøtt á skeivum grundarlag. Formaðurin í felagnum, Absalon í Búð, undraðist eisini síðsta mánað at klagan ikki varð liðugt viðgjørd, nú fiskidagar aftur skulu samtykkjast.
Les eisini: Hvar er Landsstýrismálanevndin?
Formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, hevur eisini kært Høgna Hoydal fyri fyrst at hava givið nótaskipum makrelkvotur fyri síðani at taka ein part av kvotunum í ES sjógvi aftur. Síðani er eisini komin áheitan frá andstøðuni um at seta kanningarstjóra í málinum.
Les eisini: Hetta kann kosta landinum nógvar pengar
Triðja kæran er um, at Høgni Hoydal veitt tinginum skeivar upplýsingar í sambandi við fyrispurning frá Óluvu Klettskarð. Hon spurdi hvørt nýggju kappingarreglurnar í nýskipanaruppskotinum fóru at hava við sær, at nakrar fyritøkur fóru at minka. Høgni Hoydal svaraði, at lógin fór ikki at virka afturvirkandi, men nú vil Jógvan Skorheim hava tað reist í landsstýrismálanevndini, eftir at fleiri hava sagt, at hatta ikki passar.
Síðsta málið á skrá, er ein klaga frá Jørgeni Niclasen um Henrik Old fyri brot á løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund. Í kæruni vísir hann á, at útveganarkostnaðurin fyri Vágatunnilin eru rindaður aftur, og sambært løgtingssamtykt skuldi tunnilin tískil verið latin landinum, heldur enn at verið verandi í P/f Vágatunnilin.