Fýra innkomin boð upp á Stórubrekku

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu skal nú viðgerða tilboðini

Freistin at lata inn tilboð til projektering av ætlaðu útstykkingini í Stórubrekku í Hoyvík er farin, og øll fýra arkitektavirkini, ið høvdu fingið innbjóðing frá kommununi, hava latið inn tilboð.

Arkitektavirkini vóru Arkitektar 99, Kontrast, SNA Arkitektur og BRIM arktitektar.

Í løtuni situr umsitingin hjá Tórshavnar kommunu við tilboðunum, og væntandi verða tey løgd fyri byggi- og býarskipanarnevndini í komandi viku, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.

Eftir ætlan skal samlaða verkætlanin útvega millum 100-130 nýggjar bústaðir, og talan verður um eina blanding av íbúðum og raðhúsum.