Jóannes Jakobsen er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og hjálparvenjarin hjá A-landsliðnum væntar ein javnleik og fýra heimasigrar í komandi umfar í Betri Deildini hjá monnum
Sunnudagin 3. juni er 13. umfar í Betri Deildini hjá monnum á skránni. EB/Streymur vitjar á Skála, AB fer til Runavíkar, meðan KÍ og B36 bresta saman í Djúpumýru í Klaksvík. Við Stórá møtast TB/FCS/Royn og Víkingur, og í Gundadali fær oddaliðið HB vitjan av 07 Vestur.
Jóannes Jakobsen er gestur í FSF Varpinum hesaferð, og saman við Tróndi Arge meta teir báðir um dystirnar komandi sunnudag. Og sambært hjálparvenjaranum hjá A-landsliðnum, so kunnu vit rokna við einum javnleiki og fýra heimasigrum í 13. umfari.
Betri deildin menn 13. umfar:
KÍ-B36 (15.00) Beinleiðis á Rás2
HB-07 Vestur (15.00) Beinleiðis á Rás2
Skála-EB/Streymur (15.00)
NSÍ-AB (15.00)
Suðringar-Víkingur (15.00)