Í nátt var árliga Oscar-handanin í Hollywood. Stóri vinnarin gjørdist The Shape of Water hjá Guillermo del Toro, sum fekk fýra Oscar-heiðurslønir.
The Shape of Water var tilnenvdur í 13 bólkum, og vann í fýra. Dunkirk, hjá Christoper Nolan, hevði átta tilnevningar og vann tríggjar.
Gary Oldmann fekk heiðurin sum besti mannligi sjónleikari fyri sín leiklut sum Winston Churchill í filminum Darkest Hour, meðan Frances McDormand gjørdist besti kvinnuligi sjónleikari fyri sín leiklut í Three Billboards Outside Ebbing, Missouri.
Guillermo del Toro er tó undir skuldsetingur fyri at hava stolið stórar partar av søguni til The Shape of Water frá sjónleikinum Let Me Hear You Whisper, eftir Pulitzer-vinnaranum Paul Zindel. Bæði filmurin og sjónleikurin eru um eina kvinnu, sum forelskar seg í einum sjóskapningi, og sum roynir at seta tað í frælsi, tá hon fær frænir av, at tað skal drepast.
Sonur Paul Zindel, David Zindel, hevur byrjað eitt sakarmál móti Guillermo del Toro og Fox fyri at hava stolið hugskotið frá pápa sínum, sum andaðist í 2003. Guillermo del Toro og Fox vísa ákærunum staðiliga aftur.
Her eru nakrir av vinnarunum:
Besti filmur: The Shape of Water
Besti kvinnuligi sjónleikari: Frances McDormand í filminum Three Billboards Outside Ebbing, Missouri.
Besti mannligi sjónleikari: Gary Oldmen í filminum Darkest Hour.
Besti kvinnuligi hjáleikari: Alison Janny í I, Tonya.
Besti mannligi hjáleikari: Sam Rockwell í Three Billboards Outside Ebbing, Missouri.
Besta leikstjórn: Guillermo del Toro fyri The Shape of Water.
Besti sangur: Remember Me úr Coco.
Besti tónleikur: The Shape of Water eftir Alexandre Desplat.
Besti stuttfilmur: The Silent Childe.
Bestu visuellu effektir: Blade Runner 2049.
Besti animeraði filmur: Coco.
Besti útlendski filmur: A Fantastic Woman.
Besti heimildarfilmur: Icarus
Besta ljóðbland: Dunkirk
Beta ljóðviðgerð: Dunkirk










