Fýra gull og eitt silvur

Hóast hann við sínum 167 sentimetrum var tann minsti á vøllinum, tá mansliðið hjá ÍF og SÍ spældu FM-finalu, var libero-spælarin hjá SÍ, Teitur Andersson, tann mest vinnandi um vikuskiftið.
Hann var við í trimum finalum fríggjakvøldið, tá hann spældi við dreingjum 14 ár, dreingjum 16 ár og mansunglingum, og vann gull við øllum, áðrenn hann leygardagin spældi við monnunum og vann silvur.
– Ja, eitt sindur skuffaður at fáa silvur har, tí eg haldi, at vit høvdu góðan kjans at vinna, men eg skal ikki vera ónøgdur, tí eg havi vunnið fýra heiðursmerkið um vikuskiftið, harav trý eru gull, segði 15 ára gamli Teitur Andersson.
Hann ásannar, at tá hann er við í so nógvum finalum og spælir við so nógvum liðum, er flogbólturin ein stórur partur av lívinum.
– Eg venji nógv hvørja viku og spæli dystir um vikuskiftið. Tað dámar mær væl, men onkuntíð eitt sindur keðiligt, tí tað er so nógv venjing, sigur ungi spælarin, ið var sum ein brandur á libero-plássinum, men kundi hugsað sær okkurt annað seinni.
– Enn er tað fínasta slag at spæla libero, men um eg vaksi eitt sindur, so sleppi eg kanska út á kantin í staðin. Tað hevði verið stuttligari, haldi eg.