Fýra forsetar fylgdu

Ikki færri enn fýra amerikanskir forsetar vóru í kirkjuni, tá einkjan eftir Martin Luther King, Coretta Scott King, fór til gravar í gjár. Frá vinstru síggjast George W. Bush, Laura Bush, Bill Clinton, Hillary Clinton, George Bush eldri og Jimmy Carter. Coretta Scott King, sum doyði tann 31. januar, fór til gravar úr New Birth Missionary Baptist Church í Lithonia, sum er beint uttan fyri Atlanta í statinum Georgia.