Finnur Hansson hevði kanska meira at fegnast um enn flestu av liðfeløgunum. Seinastu fýra árini hevur Finnur nevnliga hvørja ferð verið á vinnandi liðnum í eini føroyskari steypafinalu. Tær báðar seinastu ferðirnar hevur tað verið í bláum, men undan hesum hevði Finnur Hansson spælt við ávíkavist Kyndli og StÍF, tá steypasigurin varð fingin til høldar.
LesarabrøvLesarabrøv