Fýra føroyskar bøkur á donskum á veg

Longu í heyst koma fýra føroyskar bøkur í danskari týðing afturat út á nýggja forlagnum Torgard

Í gjár var móttøka á nýggja føroyska forlagnum Torgard í Danmark, í sambandi við at forlagið gav út sína fyrstu bók.

Hetta var bara fyrsta stigið móti málinum hjá forlagnum at bøta um holið á bókamarknaðinum, tá tað ræður um føroyskar bókmentir í danskari týðing

Longu í heyst koma ikki færri enn fýra føroyskar bøkur á donskum afturat út á nýggja forlagnum.

Talan er um skaldsøgurnar ?Glansbílætasamlararnir? eftir Jóanes Nielsen, sum Povl Skårup hevur týtt og ?Dalurin fagri? eftir Gunnar Hoydal í týðing hjá Jette Hoydal.

Eisini tvær av vælumtóktu føroysku myndabókunum eftir Bárður Okskarsson eru á veg frá forlagnum. Tað eru tær báðar bøkurnar, ?Ein hundur, ein ketta og ein mús? og ?Pól, hin kuli giraffurin?.