13. til 17. desembur verður EM í stuttgeil í svimjing í Keypmannavn og fýra føroyskir svimjarar luttaka í kappingini.
Tey fýra eru Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Signhild Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen.
Vár Erlingsdóttir skal svimja í 100m, 200m, 400m og 800m frísvimjing, og Signhild Joensen umboðar Føroyar í 50m, 100m og 200m rygg.
Alvi Hjelm skal í hylin at kappast í 400m frí og 200m og 400m blandað, og Óli Mortensen fer eftir heiðursmerkunum í 400m og 1400m frí.
Føroyska landsliðið luttekur eisini í 4x50m frí.
Umframt tey fýra, svimja tveir føroyingar fyri danska landsliðið. Teir eru Frans Johannesen og Magnus Jákupsson. Frans Johannesen svimur 100m, 200m og 400m blandað, meðan Magnus Jákupsson svimur 50m frí, 50m rygg, 100m rygg og 100m blandað, umframt at báðir møguliga svimja onkra stafett eisini.