Fýra føroyingar í uppskoti til danskar tónleikavirðislønir

Brimheim, Heiðrik, Eivør og Teitur kunnu fáa virðisløn fyri sín tónleik seinasta árið

Danski tónleikamiðilin Gaffa heiðrar á hvørjum árum tónleikarum, sum hava gjørt um seg seinasta árið. 4. mars skulu Gaffa-virðislønirnar aftur latast, og í hesum sambandi hevur Gaffa skotið eina rúgvu av tónleikarum upp til tær 17 ymsu virðislønirnar.

Millum tey nógvu nøvnini, sum eru at velja ímillum, eru serliga fýra nøvn, sum vit í Føroyum kenna aftur. Tað eru Eivør, Teitur, Brimheim og Heiðrik. Hesi fýra eru øll í uppskoti til eina virðisløn - m.a. kunnu tey heiðrast fyri at hava ávikavist ársins útgávu ella fyri at vera ársins sangskrivari ella ársins nýggja navn.

Eivør, Teitur, Brimheim og Heiðrik hava øll verið sera virkin seinasta árið, og tey hava øll givið hvør sína nýggju útgávu út. Eivør og Teitur kenna tey flestu í Danmark eftir hondini, og hetta er ikki fyrstu ferð, tey eru tilnevnd tílíkar virðislønir.

Men Brimheim og Heiðrik eru munandi grønari í hesum, og tað verður spennandi at fylgja teimum - um tey klára at sláa ígjøgnum á danska tónleikapallinum.

Hjá Brimheim (Helena Heinesen Rebensdorff) má mann siga, at tað koyrir bara. Hon er av álvara við at vinna fram í Danmark, og hon hevur fingið óvanliga góða umrøðu frá teimum størstu donsku tónleikamiðlunum - tí er tað onkursvegna ikki yvirraskandi, at hon er á listanum hjá Gaffa nú. Í nýggjasta Sosialinum hava vit longri samrøðu við nettupp Brimheim og góðu gongdina hjá henni.

Her er eitt lítið yvirlit av Gaffa-tilnevningunum til føroyingarnar:

Eivør:

Ársins útgáva (Segl) - Ársins einstaklingur - Ársins popp-útgáva (Segl) - Ársins sangskrivari

Teitur:

Ársins popp-útgáva (Modern Era) - Ársins einstaklingur - Ársins sangskrivari 

Brimheim:

Ársins solistur - Ársins nýggja navn - Ársins rokk-útgáva (Myself Misspelled)

Heiðrik:

Ársins popp-útgáva (Illusions)

 

Talan er ikki um endaligu tilnevningarnar til virðislønirnar, men bert um uppskot til tilnevningar. Tað vil siga, at teir fimm tónleikararnir, sum í hvørjari kategori fáa flestar atkvøður, verða tilnevndir eina Gaffa-virðisløn. Fyri at finna fram til hesar fimm tónleikararnar, heitir Gaffa á sínar lesarar um at gera sínar atkvøður galdandi.

Til ber at síggja øll uppskotini - og at atkvøða - HER. Atkvøðugreiðslan er opin inntil 12. februar klokkan 17.