Fýra føroyingar afturat smittaðir

159 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna

Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3.637 kanningarúrslit.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru í alt 70 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna, og 421 eru nú í sóttarhaldi. Sostatt eru seks føroyingar afturat staðfestir frískir seinasta samdøgrið.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.