Minst trý fólk lótu lív, tá ein maður fór at skjóta á økinum við lærda Alberta-háskúlan í kanadiska býnum Edmonton.
Tíðindastovurnar skriva, at tveir menn og ein kvinna, sum arbeiddu í einari bilaleigufyritøku, eru deyð av skotunum, og at eitt fólk er flutt á sjúkrahús við skotsárum.
Løgreglan leitar nú eftir drápsmanninum, og fólk, sum búgva við tann lærda háskúlan, hava fingið boð um at vera innandura.