Fýra fólk skotin í Finnlandi

Ein maður hevur skotið fýra fólk í einum stórhandli í býnum Espoo nærhendis Helsinki. Sambært finska sjónvarpinum er talan um tríggjar menn og eina kvinnu. Drápsmaðurin er ikki tikin, men løgreglan hevur kringsett handilshúsini.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan veit, hvør drápsmaðurin er, og at eitt væl mannað løgreglulið leitar eftir honum nú. Øll starvsfólk og viðskiftafólk eru flutt út úr handilshúsunum.

Eygnavitni hava greitt frá, at maðurin er vápnaður við skammbyrsu.