Klokkan 13.36 í dag fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein bilur var farin niðan av Kaldbaksvegnum og var endaður á takinum við fýra fólkum í, einum vaksnum og trimum børnum.
Kaldbaksvegurin hevur verið stongdur seinastu løtuna, meðan fólkini eru fingin úr bilinum og í sjúkrabilar.
Løgreglan sigur, at í fyrstani ljóðaði, at fólkini møguliga ikki sluppu út úr bilinum, og tí vórðu eisini bilar hjá sløkkiliðnum sendir á staðið.
- Men skjótt fingu vit nýggj boð um, at øll fýra vóru komin út úr bilinum. Fýra sjúkrabilar vórðu sendir á staðið, og øll eru nú koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan sigur, at tey fýra, sum vóru í bilinum, hava fingið ymiskar snuddir, men hildið verður ikki, at nakar teirra hevur fingið álvarsligt mein.