Fýra eru um boðið

Av teimum 10 liðunum í næstbestu deildini, eru tað bara KÍ, TB, 07 Vestur og FC Hoyvík, ið kunnu flyta upp. Øll hini eru eykamanningar hjá Vodafoneliðum

1. deildarfótbóltur: At bara fýra av liðunum í veruleikanum hava nakað at spæla fyri, er ein hin størsti trupulleikin í næstbestu deildini, tí bara KÍ, TB, 07 Vestur og FC Hoyvík kunnu flyta upp, meðan hini seks eru eykamanningar hjá Vodafoneliðum.
HB, Víkingur, B68 og NSÍ spældu í 1. deild í fjør, og upp úr 2. deild eru so komin AB og EB/Streymur. Onkrar dystir megna hesi bara akkurát at manna lið, men aðrar eru tey á tremur við avlopsspælarum úr bestu deildini, so tí eru úrslitini hjá hesum B-liðunum sera svingandi.

KÍ skal byggja upp
Kappingarárið í fjør førdi við sær, at KÍ fyri fyrstu ferð í søgu felagsins flutti niður úr bestu deildini. Nógvir av spælarunum frá í fjør eru ikki í KÍ longur, so tí heldur venjarin, Aleksandar Djordjevic, at neyðugt er at hava tol við liðnum, sum nú er.
– Hjá okkum ræður fyrst og fremst um at byggja eitt nýtt lið upp, sum skal vera ført fyri at spæla saman tey næstu 10 árini. So fáa vit at síggja, um tað hetta kappingarárið verður eitt lið, sum er nóg gott til uppflyting beinanvegin, sigur hann.
– Vit hava nógvar ungar og góðar spælarar, men teir skulu hava tíð til at búnast, so tí mugu vit geva tol og vita, hvussu tað gongur. Eg haldi, at tá kappingin er komin í helvt, ber betur til at tosa um, um KÍ í ár er aktuellur kandidatur til uppflyting ella ikki. Vit fáa at síggja.

Satsa meira lokalt
Hitt liðið, sum flutti niður úr Vodafonedeildini, er 07 Vestur, sum endaði á aftasta plássinum. Enn er nýggjasta royndin við felagsliði í Vágum ikki komin líka langt, sum hon var, tá prosjektið kallaðist FS Vágar, ið var tilsamans seks ár uppi í bestu deildini millum 1995 og 2003.
– Vit hava mist nógvar spælarar, einar 13-14, so liðið sær munandi øðrvísi út nú, tí í ár satsa vit fyrst og fremst upp á egnar spælarar. Enn vita vit ikki, hvar vit flóta, men málið hjá okkum má vera at enda millum fýra tey fremstu, sigur nýggi venjarin, Jógvan Hendrik Svabo Samuelsen.
– Fáa vit møguleikan at flyta upp, fara vit sjálvandi at royna at taka av, men tað snýr seg eisini um at vera klárur til tað. Vit royna at fáa eina lokala stammu á liðnum, sum kann bera eina uppflyting. Tað ber til at koma ov tíðliga upp, og tað var kanska eisini tað, sum hendi hjá okkum í fjør.

TB ætlar sær upp
Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, hevur ikki verið uppi í bestu deildini síðani 2005, og síðani hevur tað verið fjórða pláss í næstubestu deildini øll árini, uttan í fjør, tá TB leingi var við í kappingini um uppflyting, men endaði á bronsuplássinum.
– Málið hjá okkum er sjálvandi at flyta upp, og allarhelst skulu vit vinna 1. deild. Sjálvur haldi eg, at vit eru hampuliga væl fyri. Her er øgiliga nógv ungt fólk, og vit eru ofta 30-40 mans til venjing. Hugurin er góður, so nú gleða vit okkum bara til at koma í gongd, sigur Jón Johannesen, venjari hjá TB.
– Teir ungu mugu sjálvandi brýnast, skulu teir vera klárir til ta stóru avbjóðingina, sum tað er at koma upp í bestu deildina, men samstundis er hetta altíð sjálvsagda ambitiónin hjá okkum.

Stabilisera liðið
Árið hjá FC Hoyvík, sum byggir á gamla Fram, var sum ein túrur í rutsjibananum. Eitt skifti í fyrru hálvu var liðið á odda í deildini, men so seint sum undan seinasta dystinum var FC Hoyvík undir niðurflytingarstrikuni, men hóraði akkurát undan.
– Talan var um eitt ár við sera svingandi úrslitum, so mín fremsta uppgáva er at fáa liðið stabiliserað í ár. Enda vit millum fýra tey fremstu, eri eg væl nøgdur, sigur nýggi venjarin, Rúni Nolsøe, sum annars er eitt slag av uppflytingarserfrøðingi, tí hann sum venjari hevur spælt bæði B68 og AB upp í bestu deildina.
– Fáa vit kjansin at flyta upp, taka vit sjálvandi av. Sum er, hava vit einki serligar umstøður, tí vit mugu á niðara vølli í Gundadali taka til takkar við vánaligum venjingartíðum, sum eru til avlops hjá hinum feløgunum. Kanska ein uppflyting kann skunda undir, at umstøðurnar verða betri, tí tað treingir í øllum førum til.