Allir fýra dystirnir í vodafonedeildini byrja klokkan 15 Við Margáir møtast toppur og botnur, tá EB/Streymur tekur ímóti 07Vestur. EB/Streymur hevur fult stigatal, og málúrtøkuna 6-1 aftaná tveir dystir. 07Vestur hevur einki stig, og málúrtøkuna 0-8, og er EB/Streymur tí greiður favorittur í hesum dystinum.
Dystir verða spældir bæði í Fuglafirði og Norðragøtu í dag. Í Fuglafirði skal ÍF royna at reisa seg, aftaná 0-4 tapið ímóti EB/Streymi á heimavølli farna sunnudag. KÍ kemur til Fuglafjarðar við stórum sjálvsáliti, aftaná fulla úrtøku í tveimum teimum fyrstu dystunum, og einari málúrtøku uppá 9-1.
Í Sarpugerði í Norðragøtu tekur Víkingur ímóti B36, sum ofta hevur havt tað torført í Sarpugerði. B36 hevur lagt ein góðan botn við fullari úrtøku í tveimum teimum fyrstu dystunum. Víkingur kom á slóðina aftur, tá teir farna fríggjadag vunnu 3-2 á NSÍ í einari sera spennandi eysturoyaruppgerð. Í fyrsta umfarinum tapti liðið í Eystur kommunu 1-2 á útivølli í torføra útidystinum ímóti EB/Streymi við Margáir í Streymnesi.
Í Havn taka føroyameistarnir úr HB ímóti B71, sum gav HB ein ordans hvøkk á ólavsøku í fjør. B71 er tó komið stak illa frá byrjan, og hava teir einki stig fingið enn, og hava teir latið heili 10 mál inn í tveimum dystum. Einki er at taka seg aftur í dag, at talan verður um ein dyst, har HB er favorittur at taka øll tey trý stigini.
Tað serstaka við dystinum millum HB og B71 er, at brøðurnir Hendrik og Tummas Hans Rubeksen spæla við hvør sínum liði, og fara teir m.a. at greiða frá hesum á Rás2 aftaná dystin.