Fýra fólk doyðu í einum skalvalopi á einum fjalli við Glencoe-dalin har vesturi í Skotlandi í gjár. Eitt fólk fekk skaða og varð flutt á sjúkrahús.
Skotsku myndugleikarnir siga, at seks fjallaklatrarar vóru á veg niðan á fjallið Bidean Nam Bian (myndin), tá ein skalvur leyp stutt niðan fyri sjálvan tindin og tók fimm teirra við sær. Tann sætti boðaði myndugleikunum frá. Tríggir menn og ein kvinna vórðu seinni funnin deyð.
Fyri trimum árum doyðu tveir menn í einum skalvalopi í Glencoe-dalinum.