Í minsta lagi fýra fólk doyðu, og meiri enn 20 fingu skaða, tá eldur kom í ein náttklubba í tí væl umtókta teilendska frítíðarstaðnum Pkuket í nátt.
Nógv útlendsk ferðafólk plaga at vitja hendan náttklubban, og myndugleikarnir í Teilandi halda eisini, at øll tey fýra, sum doyðu, eru útlendingar. Sjúkrahúskeldur siga, at bæði útlendingar og teilendingar eru millum tey løstaðu.
Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði, tí at toran slóð niður í ein transdormator við náttklubban.
Ein talsmaður fyri eitt sjúklrahús í býnum Patong sigur, at tey deyðu eru so illa brend, at tað verður torført at eyðmerkja tey.
Danska uttanríkisráðið hevur ikki fingið nakra fráboðan um, at nakar danskur ríkisborgari er deyður ella hevur fingið skaða í náttklubbaeldinum, sigur TV2.










