Fýra deyðir russarar á Sundi

Í morgun kom eitt russiskt skip inn á Sund við fýra deyðum russarum umborð

 

Í morgun kom eitt russiskt skip inn á Sund. Orsøkin til, at skipið hevur lagt leiðina hendan vegin er, at umborð eru fýra deyðir russarar.

 

Niels Erik Nymark Jensen, sjefspolitiinspektørur, sigur við in.fo, at løgreglan í gjár fekk eina fráboðan frá føroyska agentinum hjá russiska skipinum, um at ein vanlukka var hend umborð.

 

Vanlukkan hendi, meðan skipið var statt í altjóða sjógvi. Avrátt var, at skipið skuldi sigla inn á Sund, av tí at Føroyar vóru tættast við skipið.

 

Í morgun fóru løgreglan og Sjóvinnustýrið umborð á skipið at kanna málið.

- Einki bendir á, at nakað revsivert er farið fram umborð, so alt bendir á, at talan er um eina vanlukku av onkrum slag, sigur Niels Erik Nymark Jensen.

 

Í morgun hevur løgreglan eisini verið upptikin av at seta seg í samband við russisku sendistovuna í Keypmannahavn og annars kanna, hvørjar røttu mannagongdirnar eru.