Fýra deyð í familjusorgarleiki

Løgreglan í enska býnum Peterlee hevur funnið líkini av fýra fólkum inni í einum húsum í býnum, og sambært løgregluni eru øll fýra deyð av skotum.

Bretsku fjølmiðlarnir siga, at løgreglan fór til húsini í gjár eftir eina kæru um nógvan gang. Har fann hon líkini av einum manni og trimum kvinnum, og ein 19 ára gomul kvinna varð flutt á sjúkrahús við skotsárum. Løgreglan sigur, at ein byrsa lá undir liðini á tí deyða manninum.

Ein talsmaður fyri løgregluna í Peterlee sigur, at tey fýra vóru skyldfólk, og at talan uttan iva er um ein familjusorgarleik. Sambært talsmanninum bendir alt á, at maðurin skjeyt kvinnurnar og síðani seg sjálvan.

Peterlee er í landnyrðingspartinum av Onglandi.