Teir seinastu mánaðirnar eru nógvir danir smittaðir av salmonella, og fýra eldri fólk eru deyð av smittuni Hesar mánaðirnar hava 79 fólk verið hjá lækna eftir at hava etið kjøt við salmonellabakterium, og fýra teirra doyðu. Tað skrivar B.T. í dag.
Tey fýra, sum doyðu, vóru eldri enn 75 og búðu á Sælandi.
Statens Serum Institut sigur fyri blaðnum, at talan er um salmonellabakteriurnar U288 og U312. Sagt verður, at smittan er komin frá svínakjøti frá sláturhúsum í Jyllandi og Sælandi.
Enn vilja myndugleikarnir ikki siga, hvørjum sláturhúsum smitan kom frá, ella hvørjum matvørum fólk skulu ansa eftir, skrivar B.T.










