Fýra dagar at flúgva til Norðoyggjar

Náttúrugripasavnið ynskir at frætta frá fólki, ið bera eyga við flytifuglin sum nú kemur aftur á oyggjar okkara Royndirnar ár undan ári vísa, at ymiskt er, nær teir ymisku fuglarnir koma til tey ymisku støðini í landinum.

Náttúrugripasavnið er áhugað í at fáa skrásetingar av ferðafugli, og til hetta endamál er ein skrásetingarskipan gjørd á heimasíðuni, har fólk lættliga kunnu skráseta fugl.

Savnið hevur longu fingið fráboðanir frá fleiri fólkum, og á heimasíðu teirra er ein listi yvir skrásetingar, sum higartil í ár eru innkomnar.

Her sæst millum annað, at fyrsta tjaldrið í ár bleiv skrásett í Kollafirði 4. mars, meðan fyrsta tjaldrið í Norðoyggjum bleiv skrásett 8. mars ? fýra dagar seinni.

Um fólk ynskja at skráseta ein fugl, ber til at fara inn á heimasíðuna www.ngs.fo og gera hetta.