Fýra broytingar á landsliðnum

Vøllurin er fínur, og líkindini eru sera góð á Svangaskarði.

 

 

Sammett við í Slovenia leygardagin er Egil á Bø farin úr miðverjuni, Hendrik Rubeksen av vinstra vongverja og Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen av miðvøllinum.

Erling Jacobsen úr Víkingi, sum er vinstri vongverji í dag, hevur ongantíð umboðað Føroyar á a-landsliðnum.

Bogi Løkin fór longu í 1. hálvleiki skaddur av vøllinum í Slovenia, og tá varð Hjalgrím Elttør settur á vøllin í hansara stað.

 

Føroyar-Norðurírland kl. 16.00

á Svangaskarði

Dómarakvartett úr Sveis: Cyril Zimmermann, Beat Hidber, Bruno Zurbrügg og Bruno Grossen

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Tór Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Johan Troest Davidsen, 3. Erling Jacobsen - 11. Hjalgrím Elttør, 9. Christian Lamhauge Holst, 7. Fróði Benjaminsen, 6. Daniel Udsen, 8. Símun Samuelsen -10. Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: 16. Tórður Thomsen, 12. Hendrik Rubeksen, 13. Egil á Bø, 14. Jann Ingi Petersen, 15. Jústinus R. Hansen, 17. Christian R. Mouritsen, 18. Arnbjørn Hansen

Venjari: Brian Kerr

Norðurírland: 1. Maik Taylor - 2. Gareth McAuley, 3. Jonny Evans, 5. Stephen Craigan, 6. Chris Baird, 7. Steven Davis, 8. Niall McGinn, 9. Kyle Lafferty, 10. Warren Feeney, 11. Chris Brunt, 18. Aaron Hughes