Fýra bátar tilsamans 33 fiskidagar eftir

Hóast 853 fiskidagar í løtuni eru óbrúktir í bólki 4B, eru tað fleiri stórir útróðarbátar, sum verða riknir vinnuliga, sum næstan ongar fiskidagar hava eftir. Tað stendur ikki væl til við fiskidøgum hjá fleiri útróðrarbátum, sum royna við línu í bólki 4B.

Hyggja vit at, hvussu støðan er hjá fýra av teimum størru útróðrarbátunum í Klaksvík, hava hesir bátar tilsamans 33 dagar eftir í hesum fiskiárinum.

Líðhamar hevur 5,23 dagar, Søkin 8,30, Reynsmúli 9,53 og Kallanes hevur 11,25 fiskidagar eftir.

Hyggja vit hinvegin eftir óbrúktum fiskidøgum í sama bólki, eru í løtuni 853 óbrúktir fiskidagar eftir í fiskiárinum 2009/2010.

Úr Klaksvík verður sagt, at tað er ógvuliga trupult hjá monnum at keypa eykadagar, tá 60 prosent reglan er galdandi. Reglan sigur, at fyri at kunna selja fiskidagar, skal báturin, sum selur, í undanfarna ári hava brúkt í minsta lagi 60 prosent av sínum fiskidøgum.

Hesir fýra umrøddu bátarnir høvdu upprunaliga fingið millum 72 og 88 fiskidagar í part í verandi fiskiári.

Útróðrarmenn, sum eiga hesar bátar, eru í døpurhuga og vita ikki, hvussu teir skulu fáa fatur á døgum til útróður til tað, ið eftir er av hesum fiskiári.

- Tað er næstan ómøguligt at fáa fatur á eykadøgum, og 60 prosent reglan er ein stór forðing, siga útróðrarmenn, sum Portalurin hevur tosað við seinnapartin í dag.