Fýra børn deyð av flogmúsabiti

Myndugleikarnir í Peru hava sent eitt læknalið til eitt øki í landnyrðingspartinum av landinum, eftir at blóðsúgvandi flogmýs hava lopið á meiri enn 500 fólk har á leiðini. Fleiri børn eru millum tey álopnu, og myndugleikarnir siga, at fýra børn eru deyð, eftir at flogmýs bitu tey.

Tær blóðsúgvandi flogmýsnar bera sjúkuna rabies við sær, og fólk hjá heilsumyndugleikunum eru í ferð við at koppseta fólk.

Vanliga leypa blóðsúgvandi flogmýs ikki á fólk, men tað finnast undantøk. BBC sigur frá serfrøðingum í Peru, at kanska eru flogmýsnar vorðnar meiri ágangangi, tí skógarøkini, sum tær halda til í, eru minkaðar nógv, tí ídnaðurin hevur tørv á viði.

Serfrøðingarnir siga, at vanliga súgva flogmýsnar blóð frá villum djórum ella húsdjórum, men at tað finnast dømi um, at flogmýs hava gjørt seg inn á fólk, eftir at regnskógurin, sum tær hava búleikast í, er høgdur niður.