Í næstu viku skal avgerðin um, hvar Eurovision sangkappingin næsta ár skal haldast, takast. Tað er greitt, at kappingin verður í Danmark, men síðani danskarar vunnu europeisku kappingina í Malmø, hevur dúliga verið kjakast um, hvar í Danmark europeiska Grand Prixið skal haldast.
Danmarks Radio stendur fyri kappingini, og tey hava boðið býum í Danmark at bjóða seg fram til at verða vertur. Tá ið frestin at gera vart við seg var úti nú í vikuni, høvdu fýra býir bjóðað seg fram. Teir eru Keypmannahavn, Herning, Horsens og Fredericia.
- Vit eru sera fegin um, at stórur áhugi er fyri at hava Grand Prixið, og nú skulu vit hava samráðingar við teir ymsu kandidatarnar, sigur Pernille Gaardbo, sum er ein av framleiðarunum av Grand Prixnum, við tíðindastovuna hjá Berlingske.
Herning ella Parkin
Trý støð í Keypmannahavn eru upp á tal – tey eru Parkin, Konsertsalurin hjá Danmarks Radio og B & W bygningarnir á Refhaleoynni. Í Horsens bjóðað tey Fongslið fram, í Herning er tað Boxen, og í Fredericia Margrethe Hallirnar.
Veddingarfyritøkurnar eru ikki á einum máli um, hvør er favorittur at vinna kapprenningina um Grand Prixið, men líkt er til, at Boxen í Herning og Parkin í Keypmannahavn eru tvey góð boð. Danmarks Radio hevur seinnu árini verið í Herning við fleiri stórum tiltøkum, men Per Zachariassen, sum skal verða sjónvarpsframleiðari av kappingini, hevur havt X Factor finaluna í Parkini.