Inniróður
Samanlagt fyri allar vekt- og aldursbólkar vóru ikki fleiri enn 27 rógvarar við í einstaklingakappingunum, og hetta eru væl færri, enn tað vanliga eru til slíkar kappingar.
Og tá hugsað verður um, at talan samstundis var um úttøkukapping, har fremstu rógvararnir sleppa til NM-kappingina, er undirtøkan merkisvert lág.
Á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, drekin.fo, verður beinleiðis sagt, at inniróðurin hevur eina dapra framtíð, samstundis sum nortið verður við, at fleiri rógvarar heldur vilja vinna seg til DM-kappingina.
Frá øllum síðum fáa miðvingar, sum skipaðu fyri kappingini, tó rósandi orð. Og funnið varð eisini fram til fýra róðrarfólk, sum í januar fara at kappast um NM. Tey fýra eru Oyvind Lützen, Gerda Olesen, Durita Wang Jacobsen og Anfinn Sivertsen.