Fór til USA

Kolombiski rúsevniskongurin Arcangel de Jesus Henao Montoya, sum varð tikin í Panama fyri nøkrum døgum síðani, varð mikudagin sendur til USA, sum hevði biðið um at fáa hann útflýggjaðan.

Henao Montoya verður hildin at vera næstovasti í einum tí størsta rúsevnisharkaliðnum í Kolombia. Sambært amerikonsku myndugleikunum er hetta harkaliðið tann størsti kokainframleiðarin í heiminum, og amerikanararnir hava leingi leitað eftir Henao Montoya, tí hann skal hava staðið á odda fyri kokainflutninginum úr Kolombia til USA.

Tá tað frættist, at myndugleikarnir í Panama høvdu tikið Henao Montoya, kravdu teir kolombisku myndugleikarnir at fáa fatur á honum, men kortini bleiv avgjørt at senda hann til USA. Tað er lítið at ivast í, at hann verður dømdur lívlangt fongsul har, skrivar Reuters.