Fór tætt fram við jørðini í nátt

Ein rúmdarsteinur, ið er sum eitt stórt herskip til støddar, fór í nátt lutfalsliga tætt fram við jørðini. Væl var hann 320.000 kilometrar frá jørðini, tá hann fór framvið, men í rúmdarhøpi er tað stutt, og hetta er fyrstu ferð síðani 1976, at ein so stórur rúmdarsteinur er komin so nær jørðini.

YU 55, sum rúmdarsteinurin eitur, fór við 48.000 kilometra ferð um tíman, tá hann fór framvið.

Stjørnufrøðingar halda, at YU 55 er farin fleiri ferðir fram við jørðini ígjøgnum fleiri túsund ár, og at hann upprunaliga var í einari aðrari rás millum Mars og Jupiter. Stjørnufrøðingarnir siga, at YU 55 fer ikki at raka jørðina - í øllum førum ikki tey næstu 100 árini.