Fær størsta legatprísin

Fríggjadagin 12. november fær føroyski myndahøggarin Hans Pauli Olsen størsta legatprísin, sum verður givin myndahøggarum í Danmark, legatið hann fær er 400.000 kr

Hans Pauli skal møta á Den Frie Udstillingsbygning, Oslo Plads, København Ø, fríggjadagin 12. november, har umleið 200 fólk eru boðin til hátíðarhaldið.

"Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens Legat" verður latið trimum myndahøggarum, Ole Broager, Hans Paula Olsen og William Louis Sørensen.

Legatið er av teimum størstu kunstnaralegatum í danska kongaríkunum.

Samstundis sum legatið verður latið, hava teir tríggir listamenninir hvør sína framsýning á Den Frie Udstillingsbygning

Hans Pauli sýnir fram fleiri standmyndir, har tann eina er 6 metrar høg.
Hann frumsýnir eisini standmyndina "Kavarin", sum ímyndar ein kvinnu sum fer gjøgnum ein vegg, sum ímyndar sjógvin. Á aðrari síðuni á vegginum er standmyndin í náttúrligari stødd, og á hinari síðuni er hon dupult so stór. Stóru standmyndirnar eru gjørdar úr glartrevju og træ.

Framsýningin er opin frá leygardegnum 13. november til sunnudagin 5. december 2004.

Hans Pauli Olsen, ið er 47 ára gamal, er ein av yngstu listarfólkum sum fáa hetta legat, sum bert verður givið fyri listarlig avrik gjøgnum longri tíð.

Anne Marie Carl-Nielsen var kona komponistin Carl Nielsen, tað er hon sum hevur gjørt høvdið á standmyndini av Rasmus Effersøe á Tinghúsvøllinum í Havn.

Hans Pauli Olsen sýndi fyrstu ferð fram sum 16 ára gamal á eini ólavsøkuframsýning. Hann sýndi fram høvdi á myndahøggaranum Janusi Kamban í gips.

Sum 19 ára gamal flutti Hans Pauli til Danmarkar, og sum 22 ára gamal kom hann inn á kunstakademiið í Keypmannahavn. Síðan 1987 hevur hann arbeitt sum listamaður burturav.