Fær stóra rokning fyri at koyra ov skjótt

Seint í gjárkvøldið gjørdi løgreglan í Klaksvík ferðkanningar, og í tí sambandi fingu tey so eisini steðga einum bilførara, sum koyrdi alt ov skjótt í Árnafirði.

 

Tað var loyvt at koyra 80, men hann koyrdi heilar 127 kilometrar um tíman, vistu mátitólini hjá løgregluni. Og tað verður ein dýr søga hjá bilføraranum, tí hann fær 2500 krónur í bót, umframt at hann missur koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann noyðist at taka koyrikortið av nýggjum, bæði teori og koyring, og tað skal hann gera áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars verður tað tikið frá honum.