Tað var við fíggjarligari hjálp frá Marine Harvest, tá virkið hjá Sandoy Seafood í Skopun varð reist á føtur aftur. Nú alingin á Sandsvág fekk eitt skot fyri bógvin, tá nógvur fiskur doyði í ringunum í ódnunum um jólini, hava fólk sett sær spurningin, hvussu verður við leiklutinum hjá alifelagnum í Skopun.
Flakavirkið í Skopun hevur stóran týdning fyri Skopun og Sandoynna sum heild, tí her arbeiða nógv fólk, og her hevur verið rættiliga støðugt fiskaarbeiði í longri tíð. Men, stjórin í alifelagnum, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at gongdin í alingini á Sandi fær onga ávirkan á leiklutin hjá felagnum í Skopun.
- Vit hava verið við í verkætlanini í Skopun í tvey ár. Í byrjanini var gongdin meira trilvandi, og vit høvdu onkrar byrjunartrupulleikar, eins og fiskaarbeiðið ikki var serliga støðugt. Men, nú tvey ár eru farin, kunnu vit siga, at virkið nú koyrir hampiliga væl, og seinasta hálva árið hevur rættiliga støðugt arbeiði verið á virkinum.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at tað serliga er rávøran, sum er óvissan, men hetta er ikki bara galdandi fyri fiskavirkið í Skopun, men eisini fyri onnur virki kring landið. Hann vísir á, at virksemið, sum felagið er partur av í Skopun, sum so ikki er tengt at gongdini í alingini á Sandi.
- Vit hava eitt gott samstarv við dugnaligum fólkum um Sandoy Seafood í Skopun og fólk, sum starvast á fiskavirkinum, nýtast ikki at vera meira stúrin - um eg so kann siga - enn fólk á øðrum fiskavirkjum kring landið.
Stjórin vísir á, at Marine Harvest luttekur í verkætlanini í Skopun, og felagið hevur ongar ætlanir um ikki at vera við her. At arbeiða við øðrum fiski enn laksi, hevur ikki verið leikluturin hjá alifelagnum, men her hevur alifelagið samstarv við dugnalig fólk á økinum.
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at kappingin um fiskin er hørð, og serliga er tað kappingin um frysta fiskin, sum kann seljast víða um lond. Her noyðist Sandoy Seafood at kappast við føroyska og altjóða marknaðinum, og her er felagið eisini í kapping við láglønarlond.
- Kappingin um upsan er eisini hørð, men her eru kappingarneytarnir serliga føroysku virkini, sigur stjórin í Marine Harvest, sum vónar, at positiva gongdin á Sandoy Seafood í Skopun fer at halda fram. Hann heldur eisini, at virkið í Skopun er rímiliga kappingarført við onnur føroysk fiskavirki.