Brasilski venjarin Vanderley Luxemburgo, sum áður hevur vant Real Madrid og brasilska landsliðið, stendur nú til at fáa eitt longri leikbann fyri eina ljóta viðmerking. Tað var eftir dystinum hjá Santos ímóti Sao Paulo, har liðið hjá Luxemburgo tapti, at hann kallaði dómaran fyri samkyndan.
- Dómarin hugdi eftir mær alla tíðina. Eg veit ikki, um hann er forliptur ímær, men eg eri ikki samkyndur, segði Luxemburgo eftir tapið hjá sínum liði.Brasilski ítróttardómstólurin hevur tikið málið upp, og roknað verður við, at Luxemburgo fær eitt longri leikbann fyri sína viðmerking.