Fær koyrikortið aftur um trý ár

Ein ungur maður sleppur ikki at taka koyrikortið aftur fyrrenn á hásumri í 2014.

Tað hevur Føroya Rættur nú avgjørt Harafturat skal hann rinda 8.000 krónur í bót, umframt at hann skal gera ólønta samfelagstænastu í 40 tímar.

Men ger hann nakað revsivert hesi bæði næstu árini, skal hann eisini í fongsul í 40 dagar fyri tað, hann longu hevur gjørt.

Hóast hetta er ein rættiliga umfatandi revsing, heldur maðurin ivaleyst, at hann er væl sloppin, tí stóð tað til ákærvuvaldið, hevði hann ikki fingið koyrikortið aftur fyrrenn um eini seks ár.

Ákærin helt, at dómurin skuldi vera so strangur, tí tað var ikki smávegis lógarbrot, maðurin hevði gjørt

Hóast hann ikki hevur havt koyrikort í meiri enn gott og væl tvey ár, er hann longu tikin fleiri ferðir fyri óforsvarliga koyring og fyri at koyra ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum.

Fyrst fekk hann koyriforboð fyri at hava koyrt ov skjótt og fyri at hava yvirhála ein bil høgrumegin.

Síðani varð hann tríggjar ferðir upp í slag tikin fyri at koyra við góðari kenning. Ta einu ferðina var hann enntá ávirkaður av bæði rúsdrekka, hassji og amfetemini.

Tá endaði tað eisini galið, tí hann rendi á ein garð, men varð tikin.

Umframt alt hetta, hevur løgreglan nakrar ferðir funnið smáar nøgdir av rúsevnum uppi á honum.

Sjálvur stúrdi maðurin mest fyri at, at hann bleiv noyddur klára seg við ongum koyrikortið so leingi í eini seks ár afturat, men nú kann hann so seta kross í 8. august í 2014, tí tað kann aftur seta seg aftanfyri rattið.