Ein bilførari fær nú klipp í koyrikortið fyri at hava yvirhála í einum tunli.
Tað var í morgunferðsluni í gjáramorgunin, at ein bilførari var so ótolin í Vágatunlinum, at hann yvirhálaði ein annan bil.
Bilførarin í bilinum, sum varð yvirhálaður, las nummarplátuna og ringdi til løgregluna.
Seinni um dagin fekk løgreglan fatur á bilføraranum, og hann játtaði seg sekan.
Tað er ikki loyvt at yvirhála í tunlum og revsingin fyri tað er eitt klipp í koyrikortið, og ein bót upp á











