Ein maður varð í gjár skuldsettur av løgregluni fyri at hava hótt ein løgreglumann.
– Hann varð skuldsettur í gjárkvøldi fyri fyrr um dagin at hava verið inni á privatadressuni hjá einum politisti og hótt viðkomandi, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vakthavandi vil ikki útgreina, hvat málið ítøkiliga snýr seg um, men sigur, at løgreglan hevði havt fatur í viðkomandi í sambandi við eitt mál í Klaksvík fyrradagin.
Maðurin verður skuldsettur fyri brot á grein 119 í revsilógini, ið er um harðskap ella hóttanir móti polititænastumanni.