Fór heim aftur í Javnaðarflokkin

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon í 1990 fór til Sjálvsstýrisflokkin, tí hon helt ikki teir stóra flokkarnar taka ávaringarteknini um kreppuna í nóg stórum álvara. Men ellivu ár seinni takkaði hon fyri seg og fór aftur í Javnaðarflokkin

Helena Dam á Neystabø var ikki virkin í landspolitiki, tá ið hon í 1990 meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, og tá fekk hon áheitan frá Sjálvstýrsflokkinum um at koma upp í tann flokkin. Tí hevði hon tað ikki trupult við, tá báðir flokkar vildu virka fyri at geva sjálvbjargni meira rúmd. Hon hevði bara eina ferð stilla upp til skúlastýrisval fyri Javnaðarflokkin.
Grundgeving hennara var, at hon ikki helt teir stóru flokkarnir lurtaðu nóg væl eftir ávaringarklokkunum um, at kreppan var á veg.
Í 1992 stillaði Helena Dam á Neystabø upp fyri Sjálvstýrisflokkin og varð vald.
- Tað var ein spennandi tíð, men ein trupul tíð, tí vit fingu alla tíðina sett knívin á barkan og noyddust at taka illa dámdar avgerðir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Aftaná ásannaði hon, at Javnaðarflokkurin hevði stýrt landið trygt gjøgnum kreppuna.

Rak frá flokkinum
Seinast í 90-árunum longdist meira og meira millum Helenu Dam á Neystabø og ein stóran part av Sjálvstýrisflokkinum, so hon fekk hug at fara aftur í Javnaðarflokkin, sum hon helt seg hava framtíðina í.
- Sjalvandi varð eg hartað fyri at skifta flokk, og tað serliga tá eg fór úr Sjálvstýrisflokkin og aftur í Javnaðarflokkin. Eg upplivdi alt frá at fáa blídlig prik til nokkso nógv meira bersøgnar ábreiðslur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur tó ikki, at ein politikari kann vera smásárur, tá ið ein brennur fyri politikkinum.
Til valið í 2002 var sonn herferð millum limirnar í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri at forða, at hon ikki kom á listan, og úrslitið varð, at hon ikki kundi stilla upp.
- Tað var ein ógvuslig uppliving.
Helena Dam á neystabø er fegin um, at hon fór aftur í Javnarflokkin, tí har hoyrir hon heima, tí hon altíð hevur tikið undir við sosialdemokratisku hugsjónini.