Løgtingið virðir ikki sínar egnu mannagongdir, men tað er serliga síðani 2006, at alt er farið á glið.
Men tað hevur ongantíð verið so ringt, sum í ár. Seinastu tíðina hava fleiri og fleiri tingfólk átalað, at tingmál verða skrumblað ígjøgnum Løgtingið, uttan at tingfólk ella almenningurin fáa høvi til at seta seg inn í málini og avleiðingarnar av teimum.
Í tingskipanini eru greiðar reglar fyri, hvussu leingi mál skulu liggja frammi, áðrenn tey koma til viðgerðar fyri at tingfólk og almenningur skulu fáa høvi til at seta seg inn í tey.
Men í átroðkandi førum ber til at víkja frá tíðarfreistini.
Men hesi seinastu árini er tað blivið vanligari og vanligari at tingfólk samtykkja at víkja frá tíðarfreistini fyri at skunda eitt mál ígjøgnum Løgtingið.
Ikki minst er hetta blivið vanligt í sambandi við fíggjarlógina, hóast hetta er tann týdningarmiklasta lógin av øllum.
Men tað hevur ongantíð verið so groft, sum hesuferð.
Fíggjarlógin varð løgd fram síðst í september og 7. oktober varð hon beind í Fíggjarnevndina.
Eftir tingskipanini hevur Fíggjarnevndin tveir mánaðir at viðgera málið í og eftir tí skuldi málið verðið lagt fyri Løgtingið aftur í seinasta lagi 7. desember.
Men Fíggjarnevndin varð ikki liðug fyrrenn 22. desember. Men so gekk tað eisini skjótt, tí tað gekk bara ein lítil løta, so hevði Løgtingið viðgjørt hana tvær ferðir og samtykt hana endaliga.
Løgtingslimir samtyktu nevniliga at víkja frá øllum tíðarfreistum og hetta er fyrstu ferð, at tað hava verið so stórt frávik.
Ein uppgerð yvir frávik í sambandi við fíggjarlógirnar vísir, at tað er síðani 2006, at rættiligt glið kom á hetta at víkja frá tíðarfreistum, tí í eini 9-10 ár frammanundan, kom tað ikki fyri. Og hóast tinglimir halda, at tað er ein óskikkur, endurtekur tað seg ár um ár men sum tað sást á Portalinum í gjár, hava tinglimir aftur hesuferð átalað framferðina hjá samgonguni ?og pørtum av andstøðuni-men til onga nyttu.










