Talið av útlendskum fiskiførum hevur í tíðarskeiðinum 18. januar til 12.februar í ár verið millum 4 og 31 um dagin. Tann 12. februar høvdu fimm norsk, eitt franskt, eitt grønlendskt og tey ensk skip boðað frá, at tey royndu í føroyskum øki.
Fiskiveiðu kanningarflogfarið hevur ikki sæð nakran ólógligan fiskiskap í føroyskum øki.
Sjóverjuskipið Vædderen hevur í omanfyri nevnda tíðarskeiði kannað umborð á fimm fiskiførum, uttan at síggja nakað ólógligt.
Færøernes Kommando sigur, at eingin bjargin og eingin sjúkraflutningur hevur verið í nevnda tíðarskeiði.
Fríggjadagin 4. februar fór sjóverjuskipið Vædderen úr Føroyum við kós móti Grønlandi. Sjóverjuskipið Triton verður í Føroyum leygardagin 13. februar, og í hesum tíðarbili - meðan hvørki av verjuskipunum er í Føroyum - stendur sjóverjutyrlan tøk á flogvøllinum í Vágum, og flýgur hon sínar kanningar- ella bjargingarferðir higani.
Triton verður í Føroyum til miðskeiðis í mai, og sjefur umborð verður Bjarne Waldorf, kommandørkapteinur.
Sunnudagin 14. februar klokkan 14 verður Triton - traditionen tro - á Tvøroyri, har børnini verða boðin umborð at halda føstulávint.
Annars siga tey av Færøernes Kommando, at tey nú eru komin á Internetið - tey, ið vilja vita meira, kunnu hyggja á www.frk.fo