Fær einki gjørt við regnið

Tá tað eru viðurskifti, sum tú einki fært gjørt við, so mást tú laga teg eftir umstøðunum, sigur føroyski Bullguard-stjórin, sum fyrr í dag tók ímóti initiativ-virðisløn - Tað finnast fólk, sum siga seg vera ímóti altjóðagerð. Tað er eisini í lagi. Sjálvur komið eg úr Føroyum, og mær dámar als ikki regn. Tað er bara ikki nakað serligt, sum eg fái gjørt við tað, tí tað regnar kortini. Altjóðagerð er ein avbjóðing, sum vit noyðast at taka atlit til. Líka mikið hvør okkara støða er, so regnar tað jú kortini.

Soleiðis tók Heini Zachariassen til, tá hoyvíkingurin fyrr í dag tók ímóti donsku initiativ-virðislønini frá høvuðsstaðardeildini hjá Dansk Industri.

Virðislønin varð givin fyri marknaðarføringina og strategiina, sum Bullguard hevur nýtt í einum alt meira globaliseraðum heimi. Og Heini var eisini samdur í, at teir eru ein global fyritøka.

- Tað hava vit alla tíðina verið. Og vit hava alla tíðina sæð allan heimin sum okkara marknað. Vit vilja altíð keypa okkara tilfeingi, har vit fáa bestu góðskuna fyri pengarnar. Tí hava vit eitt nú menningardeild í Bucharest og søludeild í Danmark. Tað ræður alla tíðina um at fáa mest fyri pengarnar, sigur Heini.

Síðani stovnanina í 2001 hevur Bullguard verið í støðugum vøkstri. Fyritøkan, sum frá byrjan taldi tríggjar mans, hevur í dag 100 starvsfólk.