Fór eftir bronsuni

Føroyski badmintonspælarin, Ragnar Rasmussen, var hósdagin sligin út í einstaklingakappingini í badminton. Hann tapti ein tættan og spennandi dyst 1-2 ímóti Frank Bagger frá Grønlandi

Guernsey: Tað var ein vónbrotin Ragnar Rasmussen sum kom av vøllinum eftir ein tættan og spennandi badmintondyst hósdagin.
Ragnar spældi ímóti Frank Bagger frá Grønlandi, og endaði tað við, at Ragnar tapti dystin 1-2 við settúrslitunum 15-10, 12-15 og 12-15.
? Tað kiksaði í teimum avgerðandi støðunum. Tað var tætt, men sum eg havi sagt, so kann eg ikki brúka tað til nakað um dysturin er tættur, og eg havi tapt, segði Ragnar beint eftir dystin.
? Eg var gott á veg at vinna, og eg var sannførdur um, at eg fór at vinna í morgun, men tað gekk so ikki.
Sum útgangsstøði tekur Ragnar Rasmussen ein dyst í senn.
? Á Isle of Man fór eg eftir bronsuni, og tað fór eg eisini her, men nú er tað yvirstaðið fyri meg, sigur Ragnar, sum sær vónbrotin út, og ikki er nakað serliga prátingarsamur.
? Gloppið millum okkum og hinar badmintonspælararnar veksur og veksur. Vit betra okkum ikki nóg nógv, meðan hinir betra seg meira og meira. Men fyri mítt viðkomandi kann eg bara siga, at tað er upp til okum sjálvar, hvat vit gera við tað. Eg royni at offra tíð og pengar uppá tað, tí tað tekur tíð at gerast góður til badminton.
Frammanundan oyggjaleikunum venur Ragnar í eini tveir til tríggjar mánaðir miðvíst fram ímóti kappingini.
? Vit hava eina FM-kapping, sum liggur væl fyri, so tað er ein góð fyrireiking. Men tað er ikki fyrr enn 2-3 teir seinastu mánaðirnar, at ein roynir at geara seg upp til oyggjaleikirnar, sigur Ragnar Rasmussen, sum at enda leggur afturat, at oyggjaleikirnir saman við Lið-VM er tað størsta fyri føroyskar badmintonspælarar.
Mannfólka dublan í badminton varð annars eisini sligin út hósdagin, har Erland Poulsen og Ragnar Rasmussen taptu 1-2. Somuleiðis við blandaðu dubluni. Guri Poulsen og Erland Poulsen vóru sligin út við einum 1-2 tapi.