FÆRØ E X P O 2006 letur upp leygardagin

Leygardagin 11. november letur framsýningin Færø Expo 2006 upp í Bredgade Kunsthandel í København við átta føroyskum listafólkum. Framsýningin verður opin til fríggjadagin 1. desember

Annaðhvørt ár skipar Bredgade Kunsthandel i Keypmannahavn fyri Færø Expo tiltakinum við tí endamáli sýna fram føroysk listaverk. 
Hesaferð eru tað listafólkini Kári Svensson, Eyðun av Reyni, Amariel Norðoy, Torbjørn Olsen,  Zacharias Heinesen og Beinta av Reyni sum sýna fram.
Framsýningin letur upp leygardagin 11. november kl. 13, tá føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn, Herálvur Joensen, setur Færø Expo 2006. Eisini luttekur tónleikbólkurin Aldubáran.
Adressan er: Bredgade Kunsthandel, Bredgade 69, DK-1260 København K.
Framsýningin er opin til fríggjadagin 1. desember, týsdag til fríggjadag frá 13 – 18 og leygardag 11 – 15.
Frá 3.- 23 desember verður framsýningin í ”Galleri Boxen”, Norgesvej 11, Horsens.