Fær bót fyri ikki at ansa eftir bilinum

Ein maður, sum rýmdi undan einum ferðsluóhappi í Vestmanna leygarmorgunin, varð ikki funnin

Leygarrmorgunin rýmdi ein bilførari undan einum ferðsluóhappi í Vestmanna. Síðani leitaði løgreglan eftir honum, men løgreglan sigur í morgun, at tað eydnaðist ikki at finna hann.

 

 

Les eisini: Rýmdi undan ferðsluóhappi í Vestmanna

 

 

Løgreglan sigur, at tað er mangt, sum týðir upp á, at tað var onkur, sum hevði tikið bilin, uttan at eigarin visti av tí.

 

So nú fær eigarin bót fyri at hava ansað so illa eftir bilinum, at tað bar til hjá óviðkomandi at stjala hann.