Fær bót fyri at steðga á í Eysturoyartunlinum

Annars hevur verið stak friðarligt hóast tað var sum á ólavøku

Sum vit skrivaðu í áðni var tað sum á ólavsøku í býnum í Havn í nátt, men løgreglan sigur, at tað var stak friðarligt kortini.

Men ein bilførari fær kortini bót fyri at hava broti reglurnar í Eysturoyartunlinum. Talan var um nøkur ungfólkfólk, sum vóru á veg til Havnar í bili gjárkvøldið at halda føstulávint.

Tað er ikki loyvt at steðga á í tunlinum, og at fara úr bilinum, men tað var akkurát tað, tey gjørdu. Tey steðgaðu á og fóru úr bilinum, men so lótu tey eisini eitt brandskáp upp og tá slær eldávaringin til. Løgreglan fór á staðið, men tá var eingin bilur at síggja, men tey fingu fatur á bilinum aftur í Havn, og bilførarin hevur fingið bót fyri ikki at halda reglurnar. Tað er heldur ikki loyvt at ganga og at súkkla í tunlinum.

Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning á Oyggjarvegnum. Men tað gekk illa, tó hann fór útav, men fekk ongan skaða kortini. Løgreglan fekk boð um óhappið og bilførarin er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning.

Tað var fitt av vindi í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan fekk eina fráboðan um stormskaða. Tað var ein pláta, sum var loysnað av einum húsaklædningi í Havn og varð tikin av vindinun. Tað fekk bransstøðin boð um, og tey bjargaðu plátuni aftur, áðrenn hon gjørdi nakran skaða.