Fær 1000 krónur í bót fyri at vera ófantalig ímóti løgregluni

– Í Klaksvík er ein maður skuldsettur fyri harðskap - tvær ferðir

Í nátt fekk ein ung kvinna bót fyri ófantaligan atburð ímóti løgregluni. Løgreglan var í býnum, men tað hóvaði eini ungari kvinnu ikki, so hon kom yvir til løgreglubilin og rætti løgreglufólkum - ikki bara aðra longutongina, men báðar, samstundis sum at hon rópti alskyns ókvæmisorð eftir teimum.

Tað eydnaðist ikki løgreglufólkunum at sissa hana, so hon fekk eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar fyri at verða ólátað ímóti løgreglufólkunum, og tað varð ein dýr søga, tí tað kostar henni 1000 krónur í bót.

Í Klaksvík er ein maður meldaður fyri harðskap í tveimum førum. Maðurin, sum var tilkomin, sló tveir ungar mans, og sostatt er hann skuldsettur fyri harðskap, tvær ferðir.

Løgreglan kannar nú, undir hvørjum umstøðum, hetta fór fram.

Annars vóru trý smá ferðsluóhapp í gjár og tey hendu upp á tríggjar tímar seinnapartin í gjár. Øll trý óhappini hendur í sambandi við parkering.

Í klaksvík koyrdi ein bilførari á ein parkeraðan bil og í Runavík bar ein bilur við ein parkeraðan bil inni á einum parkeringsplássi, og í hesum báðum førum var skaðin lítil.

Men í Klaksvik fekk ein bilur fitt av skaða tá ið hann rendi á eitt skelti á veg inn á eitt parkeringspláss.